Tíðindi
18. desember 2020
Freistin til akademiútbúgvingar nærkast

Á Glasi 10. januar 2021 og á Miðnámi á Kambsdali 14. januar 2021.

Akademiútbúgvingin er ein hægri eftirútbúgving, sum byggir á miðnám og verkligar royndir hjá tí lesandi. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur.

Útbúgvingin er væl egnað til teirra, sum hava tikið yrkisrættað miðnám, eitt nú skrivstovu- og handilslærlingar. Akademiútbúgvingin er eisini eitt gott alternativ til tey, sum hava gymnasialt miðnám, og sum ynskja sær eina hægri viðkomandi útbúgving, uttan at skula ganga í skúla fulla tíð.

Les meira her: https://www.les.fo/vaksin/akademi%c3%batb%c3%bagving 


21. desember 2020

Jobmatch 2020 - uttan landafrøðiligar avmarkingar

18. desember 2020

Freistin til akademiútbúgvingar nærkast

08. desember 2020

Síðsta freist at søkja ferðastudning uttanlands nærkast

03. desember 2020

Nordplus webinar 8. december