Tíðindi
17. juli 2020
10 hugskot til tín, sum ikki er komin inn á ynskta lesturin ella bara vil brúka eitt sabbatsár á skilabesta hátt

Tak tað róligt, tað er ikki heimsins undirgangur, at tú ikki ert sloppin inn á ynskta lesturin í ár. Hóast tað kann kennast svárt, so er tað kanska ein meining við tí heila. Tað er í lagi at vera vónsvikin nú, men læt ikki hetta taka teg av fótum. Finn út av, hvat so kann henda!
Sjálvt við corona hangandi yvir høvdinum, er tað ein rúgva, sum mann kann fara í holt við, so tað er bara fara í sving.

Finn aðrar útbúgvingar

Hevur tú hugsað um, at tað møguliga eru aðrir vegir til Rom? Sera nógv fólk enda við at arbeiða við onkrum heilt øðrum enn tí, sum tey hava lisið. Tað eru sjálvandi ikki nógvar útbúgvingar at velja í, um tú fegin vilt vera lækni ella sakførari, men hevur tú eitt annað dreymastarv, kanst tú umhugsa, um har eru aðrar útbúgvingar, sum kunnu fáa teg at enda á somu leið. Minst til! Útbúgvingar við einum høgum miðaltali eru ikki torførari ella betri enn aðrar, tað snýr seg um talið á lestrarplássum í mun talið á umsøkjarum, og einki annað.

Kanna tøk lestarpláss

Kanna um tað eru tøk lestrarpláss í august? Kanska í einum øðrum býi, enn í tí býnum, sum tú hevur søkt? Ella ein útbúgving, sum minnir um tað, sum tú fegin vilt. Har er fyri tað mesta ein rúgva av plássum at velja ímillum. Kanska onkra útbúgving, ið tú altíð hevur umhugsað, men ikki ordiliga heldur, at tú vilt arbeiða við í longdini, sum tú hevur tíð at royna nú.

Les aðrastaðni

Innan fyri ríkisfelagsskapin er í veruleikanum bara eitt lítið úrval av útbúgvingum, um mann hyggur at heildini, umhugsa tí at fara undir lestur uttan fyri landamørkini í ríkisfelagsskapinum. Har finnur tú eisini útbúgvingar innan medicin og odontologi (tannlækni) í millum annað Póllandi, sum eisini kunnu brúkast í ríkisfelagsskapinum.

Byrja á háskúla

Háskúlarnir hava tíbetur latið upp aftur fyri upptøku, og tað er ein rúgva at velja í. Tú kanst sleppa at nørdast við ítróttargreinum, kreativum síðum ella menna teg fakliga á teimum mongu ymisku háskúlunum í Danmark og í Føroyum. Samstundis fert tú at hitta hópin av fittum og stuttligum fólkum, og knýta vinabond fyri lívið.
Tað eru góðir stuðulsmøguleikar til tann svenska fólkaháskúlan - Nordiska Folkhögskolan, Kungälv við Gøteborg við hálvum fríplássum til føroyingar og Nordisk højskolestipendium á 700 kr. um vikuna til háskúlar í øðrum norðurlendskum londum.
 

Far út og ferðast

At ferðast er nokk ikki tað fyrsta, sum mann hugsar um, tá corona framvegis herjar kring heimin. Men sum heimurin so líðandi letur meira og meira upp, kundi tað sæð út til, at har eru møguleikar í tí nýggja árinum. Kanska verður tað neyðugt at skúgva dreymaferðina til viks í nøkur ár, og gera tað í eini summarferiu, um tey londini, sum tú hevur umhugsað, framvegis eru hart rakt, men tað fara heilt sikkurt at vera onnur lond, sum tú saktans kanst ferðast til.

Tú kanst eisini umhugsa, um tú vilt sameina ferðina við til dømis eitt skeið sum skíðlærari, kavaraprógv ella taka eitt málskeið uttanlands!

 

Byrja upp á eitt frítíðarítriv

Brúka tíðina til at læra okkurt nýtt! Kanska hevur tú eina kreativa ílegu, sum tú aldrin hevur havt stundir at hjúkla um. Kanska hevur tú altíð droymt um at blíva dugnalig/ur til at gera leirkrukkur, binda kular troyggjur, verða tann næsti súrdeiggjsbakarin ella at spæla batttennis. Hvat tú so hugsar um, er tað í øllum førum nú, at tú hevur tíðina til at dyrka títt frítíðarítrív, og gerast framúr til tað.

Finn tær eitt arbeiði

Teir nógvu møguleikarnir krevja sum oftast eitt sindur av peningi á kistubotninum, so meðan tú kortini bara gongur og bíðar eftir, at heimurin letur upp aftur, og tú kanska hugnar tær við tínum frítíðarítrivi, kanst tú finna tær eitt arbeiði og skava eitt sindur av peningi saman.
Ja, Covid-19 hevur verið hart fyri samfelagið, størvini hanga ikki beinleiðis á trøunum, men umhugsa øðrvísi størv ella far út og søk nøkur størv av tínum eintingum, tað kann vera, at tú hevur eydnuna við tær!

Ger okkurt, sum kann hjálpa tíni kvotu 2 umsókn

Kanska var orsøkin til, at tú ikki slapp inn, at miðaltalið var ov høgt í ár. Við øllum teimum eyka umsøkjarunum, er tað knappliga trýst á skipanini, og hóast mann kennir seg tryggan við sínum miðaltali, kann ein bylgja av populariteti broyta miðaltali á eini útbúgving rættiliga nógv. Hugsa tí um, um tú skalt royna at søkja umvegis kvotu 2 komandi ár. Kanna, hvat ger seg galdandi fyri eina kvotu 2 umsókn á júst tíni dreymaútbúgving, og far so málrættað/ur eftir teimum krøvunum. Tað kann vera arbeiði innan eitt ávíst øki, háskúlauppihald, langar ferðir ella fyrrverandi lestur sum telur.

Supplera fak og torleikastig

Tað eru fleiri ymiskir mátar at supplera fak og torleikastig fyri at betra um møguleikarnar fyri upptøku framyvir. Tú kanst vera stakgreinalesandi, sjálvlesandi í Føroyum, og taka fak á netinum umframt turboskeið upp á ein ella fáar mánaðir í Danmark. Teir síðstu suppleringsmøguleikarnir við SU í Danmark.

 

Sjálvboði arbeiði 

Brúka tíðina til at dyrka felagslívið, og bara at hava tíð til at siga ja til øll tey frálíku tiltøkini, sum eru í boði. Ver sjálvboðin í tí lokala ítóttarfelagnum, á ellisheiminum, í NGO felagsskapum, í skúlatingskaféini ella har, sum tú annars heldur, at tú hevur okkurt at geva. Tú fært heilt sikkurt upplivingar fyri lívið og lærir eitt sindur um samfelagið.


18. september 2020

Til Onglands at lesa? UCAS hevur "Personal statement" viku á…

09. september 2020

Umhugsar tú at lesa í Onglandi?

03. september 2020

Maiken Skarðenni er sett sum vegleiðari Vegleiðingarstovuni

28. august 2020

Nordplus - Umsóknarfreistin til fyrireikandi vitjanir er 1.…