Tíðindi
17. juli 2020
Framhaldslestur í Japan við fullari fígging

Umsóknarfreistin er 3. august 2020

Umsóknarfreistin er 3. august 2020

Framhaldslestur í Japan við fullari fígging

Japanski sendiharrin í Danmark, Manabu Miyagawa, sum vitjaði Setrið í februar, hevur boðið einum føroyskum lesandi at søkja um at lesa víðari í Japan og fáa fulla fígging til tað.

Sendiharrin segði, at hann vildi sera fegin hava umsóknir úr Føroyum, og Setrið metir, at eru umsóknirnar dygdargóðar, so er møguleikin eisini góður fyri at fáa lestrarpláss í Japan.

Umframt mánaðarligan studning, so rinda tey eisini fyri ferðing, uppihald og øll lestrargjøld (tuition fees) fyri tann lesandi.

Tilboðið er ætlað teimum, sum fara undir at lesa eina masterútbúgving ella gera ph.d.-gransking á japonskum universiteti.

Nærri kunning er at finna á heimasíðuni hjá japonsku sendistovuni og á heimasíðuni hjá danska Uddannelses- og Forskningsministeriet.

Lesið meira: https://www.dk.emb-japan.go.jp/itpr_en/studyresearch.html

Og: https://ufm.dk/uddannelse/tilskud-til-udveksling-og-internationale-projekter/kulturaftalerne/for-danske-studerende-og-forskere-der-soger-et-studieophold-i-udlandet/japan/#cookieoptin

Manabu Miyagawa, sendiharri og Chik Collins rektari. Japanski sendiharrin vitjaði á Fróðskaparsetrinum í februar 2020, og hann vildi fegin hava ein føroyskan lesandi at koma til Japans at lesa. 

Kelda: Grein av www.setur.fo frá 30. juni 2020.


17. juli 2020

10 hugskot til tín, sum ikki er komin inn á ynskta lesturin…

17. juli 2020

Framhaldslestur í Japan við fullari fígging

15. juli 2020

Pisudagur 2020 - 31.7. kl.18.00 – 21.30 í Reinsarínum og Pe…

15. juli 2020

Vegleiðingarstovan søkir eftir vegleiðara