Tíðindi
15. juli 2020
Pisudagur 2020 - 31.7. kl.18.00 – 21.30 í Reinsarínum og Perluni.

Ert tú komin inn á útbúgving í Danmark ella aðrastaðni?

Pisudagur 2020 -  31.7. kl.18.00 – 21.30 í Reinsarínum og Perluni.

Tað er ókeypis at luttaka, men orsakað av coronastøðuni er avmarkað atgongd og tilmelding krevst.

Ert tú komin inn á útbúgving í Danmark ella aðrastaðni?

Hevur tú spurningar ella vil fáa betri kunning um SU, ÚSUN, NemKontu, NemID, Føroyafrádrátt o.a.?

Aftur í ár skipar MFS saman við Betri fyri Pisudøgum. Í ár verður bara ein Pisudagur í Reinsarínum og Perluni  tann 31. juli.

Her fært tú møguleika at fáa svar upp á spurningar, fáa góð lestrar- og fíggjarráð og tosa við onnur ung, ið eru í júst somu støðu sum tú.

Á skránni verður:
Framløgur, ráðgeving og vegleiðing, tónleikur, vinningar, matur

Neyðugt, at tú meldar teg til her:
https://www.betri.fo/ung/god-rad/tiltok/betri-pisudagar/
Vónandi síggjast vit til eitt upplýsandi og hugnaligt kvøld fr. 31. juli kl. 18-21:30


17. juli 2020

10 hugskot til tín, sum ikki er komin inn á ynskta lesturin…

17. juli 2020

Framhaldslestur í Japan við fullari fígging

15. juli 2020

Pisudagur 2020 - 31.7. kl.18.00 – 21.30 í Reinsarínum og Pe…

15. juli 2020

Vegleiðingarstovan søkir eftir vegleiðara