Tíðindi
05. mai 2021
Nýggj leiðsluútbúgving á masterstigi

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar nú nýggja leiðsluútbúgving á masterstigi á Søgu- og samfelagsdeildini.

Latið er upp fyri tilmelding nú. 

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum. Serligur dentur er lagdur á at menna førleikar hjá teimum lesandi 1) at skilja, greina og kjakast um torskildar organisatoriskar avbjóðingar; 2) at eyðmerkja trupulleikar, at hugsa og virka strategiskt; 3) at fyrireika seg til leiðsluleiklutir; 4) at skilja týdningin av sjálvsleiðslu og sambandi millum starvsfólk; og 5) at menna leistir til leiðslu, fyrisiting og til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóðir.

Lesið meira um útbúgvingina her.

Umsóknarfreist er 1. juli, og umsóknarblað er her.


03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

15. februar 2024

Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er læ…

20. november 2023

Væleydnað ráðstevna um vegleiðing og inklusjón

27. oktober 2023

Markleys Útbúgving 2023 - Vit fegnast um enn eitt væleydnað…