Tíðindi
01. juli 2019
Verkætlanarleiðari at standa á odda fyri vegleiðingarstovu

Undirvísingarstýrið fer undir at menna og samskipa vegleiðingina um útbúgvingar- og vinnumøguleikar. Sum royndarverkætlan verður nýggj vegleiðingarstova sett á stovn til lívlanga vegleiðing. Vegleiðingarstovan skal hava ábyrgd av at samskipa útbúgvingar- og yrkisvegleiðing í Føroyum.

Hevur tú hugsjónir um, hvussu skipan við lívlangari vegleiðing skal virka og mennast frameftir, og ert tú til reiðar at standa á odda fyri arbeiðinum í vegleiðingarstovuni?

Starvið

Høvuðsuppgávurnar eru:

  • at samskipa og menna lívlanga vegleiðingarskipan í Føroyum og tryggja, at hon røkkur um alt landið
  • at tryggja samanhang og dygd í vegleiðingini frá fólkaskúla og frameftir
  • at byggja upp og standa á odda fyri dagliga virkseminum í vegleiðingarstovuni
  • at gera uppskot um skipað samstarv við skúlar, stovnar, myndugleikar, arbeiðsmarknað og vinnulív
  • at vegleiða um útbúgvingar- og yrkismøguleikar, um møgulig karrieruskift og førleikamenning
  • at fremja talgildar loysnir á vegleiðingarøkinum
  • at skipa fyri kunnandi átøkum
  • at ráðgeva skúlum, stovnum, myndugleikum, arbeiðsmarknaði og vinnulívi

Førleikakrøv

Rætti umsøkjarin hevur útbúgving sum útbúgvingar- og yrkisvegleiðari ella aðra viðkomandi útbúgving umframt hollar royndir við at vegleiða frá t.d. fólkaskúla, miðnámsskúla, fróðskaparsetri ella líknandi starvsstaði.

Harumframt vænta vit, at tú:

  • hevur kandidat- ella masterútbúgving frá hægri lærustovni
  • hevur góð evni at samstarva
  • dugir at bera uppgávur á mál
  • hevur góð evni at skipa arbeiðið
  • ert tænastusinnað/-ur
  • dugir at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú fært stóra ávirkan á, hvussu dagliga virksemið verður skipað, og hvussu lívlong vegleiðing verður ment. Talan er um eitt starv, ið ber í sær nógv samskifti.

Setanar- og lønartreytir

Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár, við møguleika fyri fastari setan, og er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknarfreistin er 2 . august 2019 kl. 12.00. Starvið verður at seta 1. september 2019 ella skjótast til ber.

Umsókn

Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
100 Tórshavn
ella t-post undirvising@uvs.fo

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Hjalmar Hansen, stjóra í Undirvísingarstýrinum, tel. 555045.


03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

15. februar 2024

Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er læ…

20. november 2023

Væleydnað ráðstevna um vegleiðing og inklusjón

27. oktober 2023

Markleys Útbúgving 2023 - Vit fegnast um enn eitt væleydnað…