Um Markleys Útbúgving
Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum, men onnur, sum ynskja kunning um útbúgvingarmøguleikar, eru eisini vælkomin.
Næsta tiltakið av Markleys Útbúgving verður í heyst. Eftir ætlan verður tiltakið 15. september 2021 í Norðurlandahúsinum, hettta er treytað av at almennu tilmælini loyva tí.
Um tú ert áhugað/ur í at fáa kunning, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.
Vegleiðingarstovan samstarvar við MFS, Ráð teirra lesandi, Yrkisdepilin og Lestrarvegleiðarafelagið um at geva miðnámsnæmingum eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving.
Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir íblástur og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.
Markleys Útbúgving byrjar kl. 09.00 tann 15. september 2021.
Frá kl. 09.00 til kl. 09.20 er skráseting á skránni. Tá tit koma inn í høllina, møta tit okkum við inngongina, har tit verða skrásett, so vit vita, at tit eru komin væl uppá pláss. Síðan fara vit øll inn í høllina til felagskunning.
kl. 09.20 Bjóða vit vælkomin í høllini
kl. 09.25 Jenis Av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum setur Markleys Útbúgving
kl. 09.40 Durita Samuelsen greiður frá
kl. 09.55 Nýggj byrjan - Nýggj fíggjarstøða. Anna Maria Toftegaard, leiðari í Ungdómsdeildini í Betri Banka, greiðir frá um fíggjarviðurskifti sum lesandi.
kl.10.05 Maiken Skarðenni greiður frá, um at velja útbúgving
Síðan fara tit til tykkara fyrilestrar. Tit skulu nú velja hvørjar fyrilestrar, tit vilja hoyra. Longri niðri á síðuni velja tit, leggja tykkara navn, telefon nr. og skúla inn og siga "Skráset nú".
Kl. 11.50 verður døgurðasteðgur. Tá bjóða vit ein lættan bita og tit hava møguleika, at síggja og heilsa uppá tey, sum eru í básinum í Norðurlandahúsinum.
KL. 14.30 Møtast vit øll aftur í høllini til lutakast um ein festivalpakka.
Kl. 16.00 byrjar almenna skráin til Markleys Útbúgving. Les skránna her
Skrá til Markleys Útbúgving


Ivast tú í hvønn fyrilestur tú skalt fara til?
Les um allar fyrilestrarnar á myndunum. Hvør mynd vísir teir fýra fyrilestrarnar tú hevur at velja í millum, til hvønn tíma.








Skráseting
Markleys Útbúgving er stuðla av

