Markleys útbúgving


Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum, men onnur, sum ynskja kunning um útbúgvingarmøguleikar, eru eisini vælkomin.

Næsta tiltakið av Markleys Útbúgving verður í heyst. Eftir ætlan verður tiltakið 15. september 2021 í Norðurlandahúsinum, hettta er treytað av at almennu tilmælini loyva tí. 

Um tú ert áhugað/ur í at fáa kunning, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna: vegleiding@uvs.fowww.vegleiding.fo

Vegleiðingarstovan samstarvar við MFS, Ráð teirra lesandi, Yrkisdepilin og Lestrarvegleiðarafelagið um at geva miðnámsnæmingum eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving.

Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir íblástur og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.