Hvat bjóða vit

Lívlong vegleiðing - fyri øll

Tað er sera umráðandi, at lívlong vegleiðing ella karrieruvegleiðing er fyri øll í Føroyum, tí útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðurin broytist støðugt og kann mangan tykjast sera fløktur.

Karrieruvegleiðing

“Karrieruvegleiðing” er eitt hugtak, sum verður nýtt innan vegleiðing í okkara grannalondum (á enskum “career guidance”). Tá vit hoyra orðið “karriera”, so hugsa fleiri okkara ivaleyst um “at gera karrieru”, t.v.s. at “klatra upp eftir karrierustiganum” – at fara frá einum arbeiði til eitt annað, sum er hægri á “karrieru-stiganum”.

“Karriera” hevur tó ein breiðari týdningin í sambandi við karrieruvegleiðing. Hugtakið “karriera” fevnir um lívið og lívsumstøður, og hvussu eitt menniskja fer ígjøgnum lestrar- og arbeiðslívið – “karriera” umfatar sostatt bæði persónlig og faklig viðurskifti.

Lívlong vegleiðing

Endamálið við lívlangari vegleiðing er at vegleiða fólki í øllum aldri at menna seg, hetta verið seg útbúgvingar- ella arbeiðsliga, og at trívast í tí tey takast við. Lívlong vegleiðing tekur støðið í tínum lívi, í tínari støðu, og í teimum ynskjum, tú hevur fyri tína framtíð viðvíkjandi lesnaði, læru, arbeiði ella øðrum.

Lívlong vegleiðing hevur sostatt týdning fyri lívsvirðið hjá einum menniskja. Tað er neyðugt at kunna leita sær vegleiðing og fáa svar upp á spurningar og ivamál í sambandi við “skiftistíðir” í lívinum – tað er tá vit fara undir lesnað, ynskja at broyta arbeiðsleið, ynskja at førleikamenning okkum ella tá vit skulu velja lívsleið og annað – alt sera týdningarmikil, men mangan torfør stig í lívinum.

Lívlong vegleiðing kann eisini hava gagnliga ávirkan á búskapin í samfelagnum. Tá fólk hava møguleika at fáa vegleiðing innan val av yrki, um tey gerast arbeiðsleys ella ynskja at broyta lívsleið, kann vegleiðing føra við sær, at tey koma skjótari í gongd við tað, tey ynskja, til gagn fyri tann einkulta, arbeiðsstaðið og samfelagið sum heild.

Útbúgvingar

Nógv fara gjøgnum útbúgvingarskipanina og út á arbeiðsmarknaðin á sjálvstøðugan hátt, men onnur hava tørv á at tosa við ein vegleiðara, tá tey skulu velja. Á útbúgvingarstovnunum eru tilboð um vegleiðing. Tó kann verða neyðugt at søkja sær vegleiðing aðrastaðni - eitt nú á Vegleiðingarstovuni, sum eisini er eitt tilboð um vegleiðing um útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarmøguleikar til øll í Føroyum.

Nú Vegleiðingarstovan er sett á stovn, kunnu øll í Føroyum fáa javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Á Vegleiðingarstovuni eru fólk vælkomin inn á gólvið at tosa um teirra útbúgvingar- og starvsmøguleikar við øllum tí, sum tað inniber. Eisini ber til at ringja ella senda ein teldupost.

Øll útbúgvingarøki eru umboðaði á Vegleiðingarstovuni. Tí er altíð møguleiki fyri dygdargóðari vegleiðing – og vit vita, hvønn vit skulu seta okkum í samband við fyri at fáa besta svarið upp á spurningar og ivamál.