Gott at vita áðrenn eg fari undir útbúgving uttanlands

LESTUR Í DANMARK
Tá tú sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal tú fyrst og fremst fara til Borgerservice-skrivstovuna á kommununi, sum man flytir til, og boða frá flytingini til kommununa. 

Um tú ikki hevur danskt CPR-nummar skal tú søkja inn á víðari lestur, kanst tú gera tað á optagelse.dk, her er beinleiðis leinkja. Trýst á "Har du ikke Nem-id". So biður tú um eitt login, sum verður sent til tín teldupost.

Tá ið tú flytur bústað, fært tú eitt CPR-nummar og hevur møguleika fyri at fáa Nem-ID. Hetta gert tú við at møta á  Borgerservice ið er tættast við tín nýggja bústað. Tú skal skal hava eitt vitni við tá tú skal skráseta teg og fáa Nemid útleverað, ið kann brúkast til millum annað almennar stuðulsskipanir so sum SU, netbanka, rejsekort osv.. Les meir her. Minst til at boða frá flyting innan 5 dagar frá tí tú ert komin til Danmarkar. 

Eisini ber til at fáa CPR nummar áðrenn tú fer avstað, hetta fært tú við at venda tær til Ríkisumboðið
 

LESTUR UTTANFYRI DANMARK
Um tú skal lesa uttanfyri Danmark og mæla vit øllum til at fáa eitt CPR nummar og Nemid hjá Ríkisumboðnum

Søk um SU-góðkenning av útbúgvingini í góðari tíð. Tað kann taka upp í 3 mánaðir at fáa umsóknina viðgjørda. Her kanst tú lesa um hvussu tú søkir um SU góðkenning. Her kanst tú eisini lesa um hvussu tú søkir um SU við og uttan CPR nummar og Nemid. 

Legg til merkis, at um tú lesur uttanlands, fært tú við at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum somu skattafyrimunir sum heimalesandi, tá ið tú t.d. kemur heim at arbeiða í feriunum. Les meir um skattaviðurskifti her.

VISUM? Kanna um tær tørvar visum fyri at vera lesandi í tí landinum tú kundi tonkt tær at farið til.