Kalendari

Seminar um talgildar førleikar og inklusjón

hós. 11. mai. kl. 09.00 - 12.00

NVL og UVS bjóða við hesum til hálvdagsseminari um talgildar førleikar og inklusjón. Seminarið verður á Parnassinum á Hotel Hafnia hósdagin 11. mai kl. 9-12. Vit bjóða morgunkaffi og miðmála í matstovuni á middegi.

Seminarið vendir sær til vegleiðarar og undirvísarar, umframt onnur, ið starvast ella virka við vegleiðing og kunning fyri vaksin, sum t.d. bókavørðir og undirvísarar í kvøldskúlaskipanini og onnur við áhuga innan økini lívlong læring og inklusjón.

Á seminarinum verða framløgur um lívlanga vegleiðing og førleikamenning av vaksnum, serliga við atliti at talgildu menningini og teimum avbjóðingum, hon gevur tí einstaka. Vit fara at hoyra um Talgildu Føroyar og um nýggju talgildu skipanina í føroyska útbúgvingarverkinum, við atliti at, hvussu vit tryggja øllum borgarum neyðugu nýtsluførleikarnar, ið tøkniliga menningin krevur.

Eisini fer Djóni N. Joensen landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum at greiða frá ætlanum landsstýrisins at skipa útbúgvingarøkið við lívlangari læring, og hvussu talgildingin alsamt setir nýggj krøv til tann einstaka og harvið eisini okkara útbúgvingarskipan.

Høvi verður hjá luttakarunum at kjakast, viðmerkja og skifta orð um evnini, ið eru á skránni og annars verða reist á seminarinum.

Tekna teg til seminarið við at senda teldupost til johnd@uvs.fo og viðmerkja navn, eftirnavn, teldupost, starv/starvsøki og starvsstað/arbeiðspláss.

Freistin at tekna seg er 3. mai 2023.

Ókeypis luttøka.


Komandi tiltøk

04
mar 2024
STØDDFRØÐI A - TURBOSKEIÐ