Kalendari

Møguleiki at søkja stuðul: Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale

sun. 15. aug.

... søk innan 15. august 2021

Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale

 

Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum.

 

Endamál grunsins eru:

     -    At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale,

     -    at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina,

     -    at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt, og

     -    í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál.

 

Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 15. august 2020, og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar, áðrenn august mánaði er farin.

Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi.

 

Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini.

Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul.

 

Umsóknirnar skulu sendast til:

 

Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale

c/o Fríða Patursson

Frúutrøð 4

Postboks 6

110  Tórshavn

frp@jura.fo


Komandi tiltøk

15
apr 2021
Umsóknarfreistir í Noregi og Svøríki
15
apr 2021
Umsóknarfreist kvota 2 á Fróskaparsetrinum
31
mai 2021
Umsóknarfreist til Diplom í leiðslu á Glasi
01
jun 2021
Umsóknarfreist til Hægri nám á Glasi
15
jun 2021
Umsóknarfreist til útbúgvingar á Vinnuháskúlanum
01
jul 2021
Umsóknarfreist til stakgreinalestur á Glasi
05
jul 2021
Kvota 1 í DK
01
aug 2021
Umsóknarfreist til Akademiútbúgving og HD 1. part á Glasi
12
aug 2021
Umsóknarfreist til skipara/skipsatstøðari á Sjónámi
15
aug 2021
Møguleiki at søkja stuðul: Minningargrunnur Johannu og Conra…
01
nov 2021
Umsóknarfreist til heilsuhjálpara/røktara - Heilsuskúlin í S…
15
mar 2022
Umsóknarfreist til Námsfrøðihjálpara - Heilsuskúlin í Suðuro…